Jørgen-Frantz Jacobsen 125 ár - soleiðis sum vit síggja hann
Jørgen-Frantz Jacobsen 125 ár - soleiðis sum vit síggja hann
Við hesum tiltakinum seta vit sjóneykuna á einastu skaldsøguna 'Barbara', sum Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaði í hansara alt ov stutta æviskeiði. Bókin kom út í 1939, árið eftir, at hann var deyður. Bergur Rønne Moberg, sum ynskir at aktualisera 'Barbaru', fer í samrøðu við Helenu Lamhauge Mortensen at sina sína hugsan um skaldsøguna og serliga høvuðskvinnuna Barbaru. Í mai kemur eitt úrvalsrit út um Barbaru, har Bergur er ritstjóri.
Tað, sum kanska ikki øll vita er, at Jørgen-Frantz Jacobsen hevði ættarbond til Glyvrar og var ofta og vitjaði her inni hjá skyldfólkunum. Í brævaskiftinum við William Heinesen kemur hann týðum inn á hesar vitjaninar inni á Glyvrum. Vit fara at hoyra eitt sindur nærri um hetta ættarsambandið hansara og eisini verður ljós kastað á eina serliga verkætlan, sum er í umbúnað.
Tiltakið er ókeypis og varir í hálvan annan tíma við einum stuttum kaffisteðgi.
Hjartaliga vælkomin
Byrjar:
27. apríl 2025
Frá kl.:
15:00
Til kl.:
16:30
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo