Málorðaskifti: Vátt da fokk!

Móðurmál okkara er undir trýsti – serliga frá enskum, og málið broytist skjótt. Ung tala ofta enskt sínámillum. Hvat merkir hetta fyri framtíðina hjá føroyskum?

Kom á málorðaskifti á Mentanarvikuni, har Eirikur í Jákupsstovu, Óluva Klettskarð, Marius DC og Theodor Eli Dam Olsen skifta orð um føroyskt og enskuávirkan. Vit tosa um mál og vitlíki, føroyskt og tekstir – og hvat skal málmyndugleikin gera?

Orðaskiftið verður stýrt av Solby Christiansdóttir. Høvi verður at seta spurningar.

‍Kom til áhugavert orðaskifti í Løkshølltýskvøldið 22. apríl klokkan 19.00. 


Byrjar:
22. apríl 2025
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
20:30
Ókeypis
Tilmelda
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík