Friðarráðstevna
Friðarráðstevna
Friðarráðstevnan til endamáls, at varpa ljós á, hvussu verður komið víðari við friðartilgongdum í krígsraktu økjunum; hvørjir møguleikar eru fyri veruligum friði millum londini, ikki bara vápnahvíld.
Í hesum sambandi snúgva viðurskiftini rundanum kríggj ella frið seg eisini um lívsvirðir, lívs- og mentanarfatan, menniskja- og javnrættindi. Og spurningurin er, um vit bara kunnu lata standa til við øktari polarisering við fígginda- heldur enn vinamyndum, meðan ósek menniskju dagliga lata lív av krígsávum?
Hesi viðurskifti verða umrødd á Friðarráðstevnuni við luttøku av Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, Jógvani Dalbø Hansen, heimspekingi, Theodor Eli Dam Olsen, sóknar- og orlogspresti og Hallu Nolsøe Poulsen, stjóra í Nora. Maria Shvets Olsen, ið er ættað úr Ukraina, fer eisini at siga nøkur orð. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, innleiðir friðarráðstevnuna og Rani Nolsøe spælir nøkur løg.
Friðarráðstevnan er, eins og Friðargongan og Friðarkonsertin vóru, politiskt og átrúnaðarliga óheft við tí endamáli, at sameina og samansjóða fólk við ymiskum sjónarmiðum viðvíkjandi kríggjunum í Ukraina og Miðeystri.
Høvi verður at melda seg til Friðarrørslu, ið ætlanin er at stovnseta.
Friðarráðstevnan í Løkshøll 5. mai kl. 19:00 er ókeypis, hjartaliga vælkomin!
Henrik Weihe Joensen, fyriskipari