Filmur: Lærarin, ið lovaði havið

"Lærarin, ið lovaði havið" er ein vakur og rørandi søguligur filmur, sum fer beint í hjartað. 

Filmurin tekur støði í einari sannari søgu um læraran Antoni Benaiges og tað serliga sambandið hann fekk við sínar næmingar í Spania beint áðrenn Spanska borgarakríggið brast á. Eitt kríggj, ið sett djúp spor í spanska fólkið, og sum framvegis er sjónligt.

í 1935 fær Antoni Benaiges starv sum lærari í einari lítlari bygd í Burgos í norður Spania. Vi nýggjum lærihættum og síni vinaligu persónsmensku fær hann skjótt eitt heilt serligt samband og vinalag við sínar ungu næmingar, og hann gevur teimum eitt serligt lyfti: at hann vísa teimum havið fyri fyrstu ferð í teirra lívi. 75 ár seinni fær ein ung kvinna kenslu við hesa ósøgdu og hugtakandi søguna, sum vísir seg at vera tengd til hennara egna langabba, ið hvarv sporleyst undir borgarakrígnum.

Filmurin varð tilnevndur 5 spanskar Goya-virðislønir.

Atgongumerki á 90 kr (+ 8 kr í avgjaldi)

Byrjar:
13. mai 2025
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:10
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík