Góð løta - konsert við Solveig Festirstein

GÓÐ LØTA – KONSERT VIÐ SOLVEIG FESTIRSTEIN 

Mánadagin 9.juni kl 16:00 verður forkunnug konsert í Løkshøll við floytuleikaranum Solveig Kaae Festirstein og klaverleikaranum Jóhannes Andreasen.

Hugtakandi og vøkru verkini, ið tey fara at framføra, eru eftir Sergej Prokofjev, Francis Poulenc og Paul-Agricole Genin.

Solveig Kaae Festirstein er floytuleikari og er búðsitandi í Rituvík. Solveig hevur eina kandidatútbýgving frá tí klassiske Musikkonservatorium í Keypmannahavn.  Hon endar solistútbýgvingina í heyst við einari debutkonsert í Danmark. 

Solveig hevur búð í Føroyum síðan 2021, og starvast til dagliga í musikskúlaskipanina. Hon undirvísir á Sandoyar Musikkskúli og Norðljómi Musikkskúli. Frá komandi skúlaár er hon eisini lærari í muskkskúlanum í Strondum.

Jóhannes Andreasen tók sum ungur útbúgving í klaverspæli og tónleikanámsfrøði i Wien og London. Umframt at undirvísa í klaverspæli og tónleikaástøði spælir Jóhannes regluliga konsertir í Føroyum og uttanlands. 

Jóhannes hevur fleiri ferðir verið solistur við Føroya Symfoniorkestri og hann var ein teirra, ið stovnaðu Aldubáruna í 1995.

Atgongumerki á 100 kr (+avgjald á 10 kr) á loksholl.fo og við dyrnar

Byrjar:
9. juni 2025
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
17:00
Prísur:
100 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík