Resterne af Rigsfællesskabet - í søgu og tónum
Resterne af Rigsfællesskabet - í søgu & tónum
Hóskvøldið 12. juni kl. 19.30 seta vit sjóneykuna á Ríkisfelagsskapin. Ramman um tiltakið er ein framførsla við 'Resterne af Rigsfællesskabet' í sambandi við Summartónar, men framførslan verður samantvinnað við hugleiðingar hjá søgufrøðinginum Hans Andriasi Sølvará um Ríkisfelagsskapin fyrr og nú. Høvi verður eisini at síggja fýra steinprent, sum listamaðurin Edward Fuglø hevur gjørt við Ríkisfelagsskapinum sum myndaevni. Vit bjóða ein kaffimunn aftaná við góðum donskum søtmeti afturvið.
Tiltakið er partur av Summartónum 2025.
Kostnaður á 100 kr (+ 10 kr í avgjaldi) við dyrnar ella á loksholl.fo
---
Um bólkin 'Resterne af Rigsfællesskabet':
Miké Thomsen (sang, dansur)
Heðin Ziska Davidsen (modularsynth)
Jesper Pedersen (modularsynth)
Teir tríggir limirnir Heðin Ziska Davidsen (FO), Jesper Pedersen (DK/IS) and Miké Thomsen (GL) eru, sum navnið leggur upp til, frá teimum trimum londunum, sum eru eftir í danska ríkisfelagsskapinum. Allir hava sterk bond við Ísland – landið sum fór úr ríkisfelagsskapinum og gjørdist sjálvstøðug tjóð.
Bólkurin granskar møguliga tónlistaliga frígerð og listaligt frælsi innanfyri karmarnar hjá bæði eksperimenterandi elektroniskum tónleiki og rótfestum Inuit tónleiki. Teir ynska at skapa eitt tónamál, sum fevnir um ljóðligt úttrykk frá bæði fortíðini, nútíðini og framtíðini og at ferðast við hesum tónleikinum til sonevnda “útjaðaran” av ríkinum.
Bólkurin ímyndar eina trídimensionella listaliga hugmynd av danska kongaríkinum. Á einum ási umboða tjóðskapir listafólkanna tey ymsu londini og teirra menantir. Á einum ási umboðar møtið ímillum siðbundna trummudansin og elektronisku ljóðførini møtið ímillum veiðumentanina og ídnaðarmentanina. Á síðsta ásinum umboðar improviseraða framførslan samskiftið ímillum og um londini.