Verkstova í søgukynstri: Ævintýr & náttúra

​Verkstova í søgukynstri: Ævintýr og náttúra

Leygardagin kl. 11.00-17.00 verður skipað fyri verkstovu í søgukynstri í bygdasalinum í Oyndarfirði. 
Norska Tiril Bryn, sum dagliga arbeiðir við søgukynstri og mentanarmiðlan, kemur at standa fyri skeiðnum og leggja lag á.

Kostnaður er 375 kr (+20 kr í avgjaldi) íroknað miðmála og kaffi. 
Avmarkað pláss

Lesið meira um Tiril Bryn

Skeiðið er partur av verkætlanini Søgufrøi í Runavíkar kommunu. 

Lesið meira um verkætlanina Søgufrøi á Facebook vanganum.


Um Skeiðið:

Ævintýr og náttúra

Hvørji eru vit í mun til náttúruna? Um jørðin er okkara heim, hvussu skulu vit so ansa eftir henni? Hvat kunnu søgurnar úr fortíðini læra okkum um virðing fyri umhvørvinum?

Á hesum skeiðnum fara vit at samantvinna ævintýr og mytur við persónligar søgur um okkara samband við náttúruna. Ævintýr og mytur kunnu skapa eina sterka kenslu av, at lívið hevur djúpari dimensjón, at har eru ógreinað og gátufør sambond, sum kunnu bera týðandi, kanska gloymdar boðskapir, sum okkum tørva.

Endamál við skeiðnum:

At hvør luttakari mennir og venur eina søgu við íblástri úr temanum; ævintýr og náttúra, og við nýtslu av amboðum úr munnliga frásagnarkynstrinum.

Venjingarnar á skeiðnum eru smáar uppgávur, sum skapa samleika, áræði og nærveru, látur og skemt í stigvísu tilgongdini til uppgávuna.

Um veðrið loyvir tí, verða partar av skeiðunum uttandura og vit fara at knýta søgurnar, sum vit skapa, at staðnum og náttúruni rundan um okkum.

"In ancient times, music, dance, poetry, storytelling and visuals didn’t have any separate names. They existed inseparably as one, and it was called,“art.”
It existed for us to acknowledge and honor nature, within and without us."

Murayama


Byrjar:
23. august 2025
Frá kl.:
11:00
Til kl.:
17:00
Prísur:
375 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík