Søgugonga í Oyndarfirði

Søgugonga í Oyndarfirði

Leygarkvøldið 13. september verður hugnaliga bygdin Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna, sum hevur til endamáls at kveikja hugin at lurta eftir søgum og menna kynstrið at siga frá søgum. Tíggju kvinnur og menn fara at siga frá søgum í seks ymiskum støðum, og fyri at hoyra tær ymisku søgurnar verður gingið hús úr húsi.

Byrjað verður í aldargomlu vøkru trækirkjuni við stuttari frásøgn og felagssangi. Síðani byrjar sjálv søgugongan til Kinnahúsini, Víkhúsini, Ansastovu, Húsini á Breyt og gamla skúlan. Tey, ið fara at siga frá hesaferð eru Durita Holm, Katrin Petersen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Randi Meitil, Rani Nolsøe, Tummas M. Jacobsen, hjúnini Oddbjørg og Niclas Joensen og dóttirin Vígdis T. Klein (Víkhúsini) og vit enda Søgugonguna eins og vit byrja; í kirkjuni, har Ólavur Jakobsen, tónleikari fer at siga frá um J.C. Svabo við orðum og tónum. Síðani fara vit upp á gólv í bygdasalinum, og tað er ungi lokali kvøðarin, Kristian Jacobsen, ið skipar dansin. Í bygdasalinum í skúlanum verða skrá, 'gongukort' og armband útflýggjað, og frá kl. 17.30 og til tiltakið endar á midnátt ber eisini til at keypa mat og drekka har.

Lagt verður upp til eitt hugnaligt kvøld við góðum søgum, heimligum stovum, túnatosi, skemti, sangi og føroyskum dansi. 

Avmarkað atgongd er fyri at tryggja, at pláss er fyri øllum at koma inn at lurta. 

Endaliga skráin fyri kvøldið verður kunngjørd á facebook vangamyndini "Søgufrøi".

Søgufrøi-verkætlanin er stuðlað av Runavíkar kommunu, Mentanargrunni Landsins og Almanna og Mentamálaráðnum.

Byrjar:
13. september 2025
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
23:55
Prísur:
295 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Rókarvegur 1, 620 Runavík