Filmur: Heim kæra heim

Danski filmurin "Heim kæra heim" hevur fingið sera góða móttøku í donskum biografum og eisini nógv rósandi orð frá ummælarum. Filmurin snýr seg um 32 ára gomlu Sofie, sum eftir hjúnarbandsskilnaðin ynskir at byrja tilveruna av nýggjum og fer at arbeiða sum heimahjálp í einum lítlum býi í Suðurjútlandi, har hon býr saman við 10 ára gomlu dóttrini Claru.

Sofie dugir væl at skapa góðar relatiónir bæði við eldru borgararnar og starvsfelagarnar í býnum, og hennir dámar væl kensluna at gera mun. Men skjótt byrjar hon eisini at merkja trýstið frá skundmikla gerandisdegnum í heimahjálpini. Og tá ið hon fær eina ógrundaða klagu frá einum avvarandi hjá eldri borgara, er tað byrjanin til eina avbjóðandi tíð, sum av álvara leggur trýst á hennara umsorgan fyri bæði teim eldru og fyri dóttrini.

 

Tað er Jette Søndergaard, ið spælir høvuðsleiklutin sum Sofie í filminum, sum Frelle Petersen hevur leikstjórnað.

Filmurin er 112 minuttir langur.

Atgongumerki á 90 kr (+ 8 kr í avgjaldi) á loksholl.fo og við dyrnar.

Byrjar:
19. august 2025
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík