Eydnufestivalurin 2025

Eydnufestivalurin - Føroya stuttligasti tónleikafestivalur - verður fríggjadagin 29. august í Løkshøll. 

Ein tónleikafestivalur serliga ætlað fólkum við menningartarni - men øll eru hjartaliga vælkomin!

Verturin fyri hendan dagin verður Tórður Mikkelsen og á skránni verður millum annað eisini Zumba-dansur, myndaveggur og andlitsmáling. 

Afturat tí góða og festliga tónleikunum, vera eisini matvognar og okkurt søtt til góman til keyps.

Kostnaður 400 kr (+avgjald)

Festivalurin er ókeypis fyri børn til og við 11 ár, sum fylgjast við vaksnum.



Byrjar:
29. august 2025
Frá kl.:
14:00
Til kl.:
22:00
Prísur:
400 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík