Útgávukonsert við Hervør Sabinu
Hervør Sabina á Torkilsheyggi og Benjamin Djurhuus (framleiðari) hava arbeitt við "Ovastaloft" í longri tíð. Tey gleðast um at hava fingið hesi 15 løgini út til fólkið og gleða seg ikki minni til at kunnu geva eina stóra, hugnaliga, inniliga og glaða konsert við fullum bólki. Tónleikarar, ið eru við á útgávuni og sum eru kjarnan í bólkinum eru: Benjamin Djurhuus, Jasmin Jovanovic, Jan Nónklett og David Simonsen. Afturat hesum eru hesir tónleikarir og sangarir eisini við: Kári á Torkilsheyggi, Jákup Heinesen, Jóhan O. Tausen, Høgni Guttormson, Sesilia Dalbø, Anna Sabina á Torkilsheyggi, Jóel á Torkilsheyggi og Viviann Filipsdóttir Hansen.
Hervør Sabina er dóttir Else og Poul Jóhan Djurhuus og er uppvaksin á Glyvrum, og býr í dag á Toftum saman við manninum Kára og teirra 4 børnum. Hon hevur yrkt og gjørt løg síðan hon var smágenta og byrjaði sum ung at syngja til ymisk tiltøk. Tað er tó í meira vaksna lívinum at hon er byrjað at framføra sinar egnu sangir.
"Ovastaloft" er heitið á útgávuni. Sangirnir eru sera ymiskir og eru um gleði, sorg, vón, iva, trúgv, Gud, at missa og at læra seg at taka tað róligt.. og mangt annað! Hervør við sinum sangum at fortelja søgur frá hennara egna hjarta, sum vónandi kunnu skapa afturljóð í hjørtum hjá øðrum og skapa vón, gleði og forstáilsi.
Hervør elskar Dupultkvartettina og gleðist um at teir fegnir vilja hita upp við nøkrum løgum.
Ein steðgur verður mitt í konsertini og tá verður ein drekkamuður við onkrum søtum afturvið. Til ber at keypa bókling, við fløgu í, fyri 169,- kr bæði í steðginum og aftaná konsertina.
Atgongumerki á 175 kr (+10 kr í avgjaldi) á loksholl.fo
Byrjar:
14. september 2025
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:30
Prísur:
175 KR.
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo