Filmur: Vermiglio
Filmurin Vermiglio var Oscar-tilnevningin hjá Italien í ár og er ein vøkur familjusøga, sum fer fram í Italsku alpunum undir øðrum veraldarbardaga. Ungi herrýmingurin Pietro úr suðuritalia kemur til bygdina Vermiglio, har hann fær loyvi at goyma seg í fjósinum. Øll í bygdini eru forvitin at hoyra nærri um hendan nýkomna persónin og serliga hugtikin er læraradótturin Lucia. Skjótt fáa Pietro og Lucia sterkar kenslur fyri hvørjum øðrum, men hetta fær fylgir, ikki bara fyri tey bæði men eisini fyri stóru familjuna hjá Luciu og gamla familjufaðirin, sum má góðtaka, at hann ikki hevur tamarhald á støðuni einsamallur.
Vermiglio fekk handað Silvurleyvu virðislønina á filmfestivalinum í Venedig og var tilnevndur bæði Golden Globe og Oscar virðislønir.
Á 'Rotten Tomatoes' fær filmurin heili 94% av 100%, og fekk 5 stjørnur frá ummælarum í The Guardian, The Financial Time og The Observer. Filmurin hevur premieru í Danmark 18. september.
Filmurin er 119 min.
Atgongumerki á 90 kr (+8 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar.