Filmurin Heim kæra heim útsettur til 2. september vegna tekniskt brek

Góðu tit,

Vegna tekniskt brek við harddiskinum í biografservaranum í Løkshøll er filmurin "Heim kæra heim" útsettur.
Vit eru sera hørm um støðuna men fáa ikki gjørt annað í verandi støðu. 

Atgongumerki verða endurrindað. 

Sera stórur áhugi hevur verið fyri at síggja filmin, og tí verður hann settur á skránni 2. september kl. 19.00 ístaðin.  

Sølan fer ígongd so skjótt sum trygd er fyri, at brekið verður ornað, væntandi um ein-tveir dagar. 

Haldið okkum til góðar. 

vinaliga

Løkshøll

Byrjar:
19. august 2025
Frá kl.:
19:00
Prísur:
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík