Konsert: Altjóða úrmælingar í Løkshøll

Altjóða úrmælingar í Løkshøll

Sunnudagin 21. september kl. 15.00 verður høvi at hoyra tveir einastandandi tónleikarar í Løkshøll, nevnliga violinleikaran Antal Zalai saman við klaverleikaranum Adam Heron.

Hesir tónleikarir eru virtuosar í orðsins sanna týdningi, og saman fara teir at framføra eina spennandi skrá, ið spennir sera víða - frá yndisligum klassiskum verkum til villan sigoynaratónleik.

Antal Zalai er ættaður av roma slekt og Adam Heron hevur røtur úr Nigeria og Fillipinunum. Skráin er sett soleiðis saman, at øll verkini hava okkurt samband við slektsbondini hjá teimum.

Konsertin varir 75 min. og vit bjóða ein kaffimunn eftir konsertina.

Kostnaður 100 kr (+10 kr avgjald)

Konsertin er fyriskipað í samstarvi við Konsertfelag

Byrjar:
21. september 2025
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
17:15
Prísur:
100 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík