TOBBI 70 - Stórfingin fagnaðarløta
TOBBI 70
- Stórfingin fagnaðarløta 5. oktober
Vinir og kenningar skipa fyri fagnaðarløtu sunnudagin tann 5. oktobur frá kl 15.00 til 17.30 í Løkshøll.
Maðurin, ið hevur skipað fyri tiltøkum, ið hava fagnað so mongum, eigur nú sjálvur tørn at verða fagnaður.
Sprotin gevur út stórt bókaverk sama dag við úrvali burtur úr øllum tí, ið Tobbi hevur skrivað í lítla hálva øld. Høvi verður at ogna sær bókina fyri 300 kr henda dagin og fáa hana signeraða.
Dagurin verður hildin við bókaframløgu, kvøðum, tónleiki og undirhaldi í tveir tímar.
Í steðginum verður borðreitt við fiskasúpan og hvítvíni.
Kom í Løkshøll og hugna tær seinnapartin 5. oktobur.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.
Byrjar:
5. oktober 2025
Frá kl.:
15:00
Til kl.:
17:30
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo