Ungdómsfilmur: Mjólkarutan

Mjólkarutan - franskur ungdómsfilmur

Virðislønti filmurin 'Mjólkarutan' er ein hjartanemandi og erlig vangamynd av einum sárbærum ungum manni á veg inn í vaksnamannalívið.

Í einari bygd í Jura-økinum í eystur Frankaríki brúkar 18 ára gamli Totone meginpartin av tíðini til at drekka øl og ballast saman við vinunum uttan at geva sær so nógv far um framtíðina. Men so bankar veruleikin uppá dyrnar og hann fær við eitt ábyrgdina av 7-ára gomlu lítlusystrini og má vinna sær pening til gerandisdagin.

Tá ið hann verður varugur við, at hann kann vinna 30.000 EVRO við at gera tann besta Comté-ostin í økinum til tað stóru landbúnaðarkappingina, fær lívið eina heilt nýggja vend við bæði vón og dreymum.

Filmurin vann ungdómsvirðislønina 'Un Certain Regard' á Cannes Film Festival, og hevur harumframt vunnið virðisløn fyri 'besti debut-filmur' og fyri 'besti nýggi kvinnuligi leikari' og 'besti nýggi mannligi leikari' á tveimum øðrum fronskum filmfestivalum.

Filmurin er 90 min. og hevur danskan undirtekst.

Kostnaður kr. 50 (+ 8kr avgjald við netsølu). Keyp á loksholl.fo ella við dyrnar.

Byrjar:
14. oktober 2025
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:00
Prísur:
50 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík