Stuðulskonsert
Runavíkar kommunuskúli skipar fyri stuðulskonsert
Mikukvøldið 8.oktober kl. 19 verður skipað fyri stuðulskonsert í Løkshøll til frama fyri Krabbameinsfelagið.
Á skránni verður nógvur góður sangur frá m.a. Lenu og Niclasi og Jens Marna. Eisini kemur barnakórið í Glyvraskúla at framføra.
Kostnaðurin er einans 200kr (+ 10kr avgjald), og peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið. Atgongumerki á loksholl.fo og við dyrnar undan konsertini.
Eftir konsertina verður ein drekkamunnur inni í kantinuni, sum er íroknaður í prísinum.
Komið og stuðlið Krabbameinsfelagnum saman við okkum. Vit ynskja at síggja tykkum øll til hugnaligu konsertina.
Stuðulskonsertin er stuðlað av Kanjon, BORG og Navigare.
Runavíkar Kommunuskúli skipar fyri.
Byrjar:
8. oktober 2025
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
200 KR.
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo