Filmur: ULTRAS!

​Heimildarfilmur: ULTRAS!

Vit skjóta árliga Býarskáan ígongd við svenska heimildarfilminum 'Ultras', sum er ein hugtakandi og rørandi filmur om hjartaslátturin í fótbólti, nevnliga eldhugaðu fjeppararnir á áskoðaraplássunum.

Vit vitja fótbóltsvøllir í átta ymiskum londum og fýra heimspørtum og uppliva ta serstøku orkuna og  huglagið millum fjeppararnar í londum sum Argentina, Egyptalandi, Italia, Marokko og Stórabretlandi. Í Göteborg sleppa við handan tjøldini at fylgja við nærlagda arbeiðnum við at gera 'tifo' (t.e. koreografi, bannarar o.a.); fólk eru savnað og venja í nógvar tímar í einari høll. Her verður seymað, málað og bygt. Í Indonesia fylgja vit nøkrum ungum muslimskum kvinnum, sum hava funnið sær sítt egna pláss millum áskoðarafjøldina og eru soleiðis sjónligar í samfelagnum.

Hetta er ikki ein filmur um hatur, harðskap ella nationalismu. Hetta er ein filmur um kærleika, felagsskap og halganina til nakað, ið er størri enn ein sjálv/ur. Vit fáa innlit í, hvussu ein sermentan kann ávirka og verða ávirkað av tí aktuella sosiala samanhanginum.

Filmurin er gjørdur við stórum alski til fótbólt og kannar felagsskapin, trúskapin og kreativitetin sum sermerkir hendan bólkin av fjepparum, sum kallast 'Ultras'.

Filmurin er 89 min. við donskum undirtekstum.

Kostnaður 90 kr (+8 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar.

Byrjar:
7. november 2025
Frá kl.:
21:00
Til kl.:
22:30
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík