Familjufilmur: Palli Halaleysi
Palli Halaleysi
Birgitta og familjan eru farin í summarhús, og frá bóndanum fær hon ein fittan, lítlan kettling – við ongum hala. Birgitta og Palli blíva skjótt bestu vinir, men í illveðrinum dettur Palli í ánna og fer rekandi langa leið avstað. Hann er so bangin og leingist illa eftir síni Birgittu, men so hittir hann Maju, sum býr í einum stórum býi. Maja er ein blíð og týð ketta, sum tekur væl ímóti Palla og vísir honum runt um allan býin. Her møta tey nógvum øðrum kettum. Nakrar eru fittar, og nakrar eru ikki so fittar. Hóast Palli hevur tað gott saman við Maju og hinum kettunum, leingist honum framvegis heim – og eftir Birgittu. Men um tað eydnast honum, fer filmurin at vísa okkum.
Filmurin er 67 min.
Kostnaður 75 kr (+8 kr avgjald)
Byrjar:
8. november 2025
Frá kl.:
14:00
Til kl.:
15:10
Prísur:
75 KR.
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo