Filmur: Nýggja árið

​Nýggja árið

Danski skemtifilurin 'Nýggja árið" er síðsti filmurin í tríverkinum hjá Paprika Steen um felagsskapir, og hesaferð er nýggjársaftan karmur um søgugongdina.

Vinirnir Nomi, Jens, Charlotte og Kris og familjur teirra hittast til eina festliga nýggjársveitslu. Alt er sum tað plagar, og tó; nýggi sjeikurin hjá Nomi kemur eisini í veitslu, og sum kvøldið líður sær út til, at einki verður sum tað plagar.

Í teim báðum undanfarnu filmunum í røðini hevur Paprika Steen hugsavnað seg um felagsskapir, har ein er tvungin at luttaka av ytri umstøðum ímeðan hesin nýggi filmurin snýr seg um vinir, ið sjálvi hava valt at vera í felagsskapinum. Øllum kunnugt er tað dreymastøðan, men tað kann eisini vera ein sera trupul støða um ein verður vrakaður.

Filmurin varir 95 minuttir.

Atgongumerki á 90 kr (+8 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar.

Byrjar:
11. november 2025
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:05
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík