Familjufilmur: Ferðin norðureftir

Ferðin norðureftir

Animeraði familjufilmurin 'Snjódrotningin' tekur støði í klassiska ævintýrinum við sama heiti eftir H.C.Andersen. Søgan snýr seg um ungu Gerdu, sum ferðast norðureftir gjøgnum gandakendu og kavakløddu landsløgini í Norðurlondum fyri at bjarga besta vinmanni sínum, Kai. Undir ferðini hittir Gerda sjáldsamar skapningar, eina heks og eina dulda hóttan; Snjódrotningina og hennara sveini Louie. Filmurin er ein hjartanemandi og stórsligin tulking av einum av mest elskaðu ævintýrunum hjá H.C.Andersen.

Í donsku taluni á filminum leggur m.a. heimskendi danski Mads Mikkelsen rødd til ein av leiklutunum.

Filmurin er 90 minuttir og verður frámæltur børnum undir 7 ár.

Kostnaður kr 75 (+8kr avgjald)

Byrjar:
14. desember 2025
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
17:30
Prísur:
75 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík