Eykakonsert: Sissel Kyrkjebø

Sissel Kyrkjebø í Løkshøll

Loksins vitjar hon aftur! Norski sangfuglurin við tí kláru og einglakendu røddini, sum í 1991 bergtók okkum øll við sjónbandaðu framførslu av "Tíðin rennur sum streymur í ár" saman við føroyskum kórsangarum. Og í apríl komandi ár stendur hon so á pallinum í Løkshøll og verður høvuðsnavnið til Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.

Vit kunnu vænta okkum eina gandakenda konsert, har røddin og tónleikurin flytir seg frá tí vakra og eleganta til tað óslípaða og ráa. Sissel er kend fyri sína blíðu og fjálgu medferð á pallinum og fyri røddina, sum fer beint í hjartað hjá áhoyrarunum.

Skráin fevnir um bæði kendar klassikarar og nýggjari sangir, sum flyta seg tvørtur um ymisku tónleikamørkini. Saman við tónleikarunum fer Sissel við síni serstøku rødd at geva okkum várliga orku meðan vit bíða eftir summari og sól.

"Tónleikur er heilivágur. Tónleikur, sum verður framførdur á palli er betri enn heilivágur! Vælkomin á konsert - eg gleði meg at síggja tykkum!" Soleiðis sigur Sissel og vit gleða okkum eisini at síggja Sissel á palli í Løkshøll til eykakonsertina sunnudagin 26. apríl kl. 16.00.

Tú kanst ognar tær atgongumerki, til tín sjálvs ella til onkran kæran í jólagávu á loksholl.fo.

Kostnaður 495 kr (+20 kr avgjald)

Byrjar:
26. apríl 2026
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
17:30
Prísur:
495 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík