Dansur fyri øll í vetrarferiuni

Dansur fyri øll í Løkshøll

- hósdagin í vetrarferiuni


Hevði tú ynskt at dugað at dansa enskan dans, ella lært teg brúðarvalsin? Ella kundi tú hugsað tær at roynt Silent Disco, jive ella ein dans úr Ghana? Alt hetta og meira afturat kanst tú royna í Løkshøll hósdagin 12. februar frá kl. 11.00 til 18.00, tá ið vit hava stórt dansigólv, góðan tónleik og dugnaligar undirvísarar at leggja lag á. 

Tak vinfólk ella ein gubba ella ommu við tær, øll kunnu verða við uttan mun til aldur og dansiførleikar. Vit enda dansitiltakið við góðum føroyskum dansi.

Kostnaðurin er 50 kr (+8 kr avgjald) fyri allan dagin. Ogna tær atgongumerki á loksholl.fo ella við dyrnar, tá ið tú kemur. 

Til ber eisini at keypa okkurt smávegis at drekka og eta í kantinuni meðan tiltakið koyrir.

Skráin er hendan:

11.00-13.00    Silent Disco

13.00-14.00    Linedans

14.00-15.00     Dansir úr Ghana

15.00-16.00     Modern jive

16.00-17.00     Enskan dans

17.00-18.00     Føroyskan dans

Dansur er gott fyri likam og sál og samveru, kom avstað!

Byrjar:
12. februar 2026
Frá kl.:
11:00
Til kl.:
18:00
Prísur:
50 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík