Filmur: It's never over, Jeff Buckley
'It's never over, Jeff Buckley', er ein heimildarfilmur, sum Oscar-tilnevndi filmsframleiðarin Amy Berg hevur leikstjørnað. Filmurin snýr seg um lívið hjá ungu bjart lýsandi stjørnuni við serstøku røddini og tónlistarligu eginleikunum, sum doyði brádliga einans 30 ára gamal eftir, at hansara ummælaravirðislønta debutfløga “Grace” kom út í 1994.
Søgan um Jeff Buckley verður fortald við upptøkum úr skjalasavninum, ið ikki eru sæddar áður og við inniligum frásagnum frá mammuni Mary Guibert. Samstarvspartar, tónleikarar og onnur, ið arbeiddu saman við Jeff Buckley, greiða frá og siga teirra søgu um ein av mest týðandi, gávuríku og gátuføru tónleikarunum í sínum ættarliði.
Uni Leitistein Hansen, sum er Jeff Buckley fjeppari um ein háls, fer at innleiða filmin við hugleiðingum og søgum.
Filmurin varir 106 minuttir.
Atgongumerki á 90 kr (+ 8 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar.