Valfundur í Løkshøll

Mikukvøldið 25. mars kl. 20:30 verður spennandi valfundur í Løkshøll í Runavík.

Valfundurin verður skipaður sum gomlu valfundirnir, har valevnini fáa høvi at greiða frá sínum sjónarmiðum og kjakast, umframt at lagt verður upp til at áhoyrararnir kunnu seta spurningar til valevnini.

Valevnini á fundinum verða øll valevnini kring Skálafjørðin.

Orðstýrari verður Torbjørn Jacobsen.

Aftaná fundin verður drekkamunnur við onkrum søtum afturvið, har fólk eisini fáa møguleikan at tosa við valevnini.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Løgtingsvalevnini kring Skálafjørðin

Byrjar:
25. mars 2026
Frá kl.:
20:30
Til kl.:
22:00
Ókeypis
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@loksholl.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík