Filmur: Blue Velvet

BLUE VELVET

Í ár eru 40 ár liðin síðani meistaraverkið Blue Velvet hjá amerikanska leikstjóranum David Lynch sá dagsins ljós. Ein av høvuðsleikarunum í filminum, navnframa sjónleikarinnan og modellin Isabella Rossillini vitjar Løkshøll mikukvøldið 3. juni, og henda forkunnuga vitjan er tí eitt gylt høvi at fagna filminum, sum millum filmsfjepparar hevur eina sanna kult-støðu.  

Umframt Isabellu Rossillini, hitta vit eisini høvuðsleikararnar Kyle MacLachlan, Dennis Hopper og Lauru Dern í filminum, sum hevur fingið sítt heiti eftir sanginum Blue Velvet frá 1951. Filmurin fylgir einum universitetsnæmingi, Jeffrey Beaumont, sum kemur aftur til heimbygdina í North Carolina eftir at pápi hansara hevur fingið eina heilabløðing og liggur á sjúkrahúsi. Á heimleiðini frá sjúkrahúsinum gongur Jeffrey gjøgnum eitt tómt grundstykkjaøki og finnur eitt avskorið menniskjaoyra. Jeffrey fer til løgregluna við oyranum og tað vísir seg, at oyrað onkursvegna hevur tilknýti til náttklubbasangarinnuna Doroty Vallens.  

Leikritið til hendan neo-noir spenningsfilmin hevur David Lynch sjálvur skrivað. Fleiri av stóru amerikansku filmsframleiðarunum vístu í nógv ár leikritið frá sær orsakað av sterka kynsliga og harðliga innihaldinum. Tað var italski filmsframleiðarin Dino De Laurentiis, sum loksins játtaði at fíggja og framleiða filmin umvegis fyritøkuna De Laurentiis Entertainment Group.   

Móttøkan av filminum var misjøvn, men filmurin vann virðislønir og David Lynch fekk sína aðru tilnevning til eina Oscar virðisløn sum besti leikstjóri. Filmurin hevur síðani fingið sanna kult-støðu. Og vit eru fegin at kunna bjóða møguleikan fram at síggja filmin á stóra løriftinum í Løkshøll týskvøldið 2. juni kl. 19.00. Vit byrja kvøldið við einari innleiðing frá føroyskum filmslistafólki.

Filmurin varir 2 tímar

Kostnaður kr. 100 (+10 kr avgjald)

Byrjar:
2. juni 2026
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:30
Prísur:
100 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@loksholl.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík