Filmur & Orðaskifti
Filmur og Orðaskifti
Í samstarvi við FNU vísa vit filmin Eldur, Vatn, Jørð, Luft, sum føroyski filmsfotografurin Rógvi Rasmussen hevur verið við til at gera, og har Ingilín Didriksen Strøm eisini hevur ein aktivan leiklut.
Filmurin Eldur, Vatn, Jørð, Luft tekur okkum til fýra smá norðurlendsk lokalsamfeløg í Danmark, Noregi, Svøríki og í Føroyum. Her kannar filmurin, hvat hendir, tá kreppan flytur seg tætt upp at gerandisdegnum, og tað vísir seg, at týdningarmesta tilbúgvingin er grannalagið: tey, sum búgva beint við síðuna av okkum, og felagsskapurin, vit deila tvørtur um Norðurlond.
Gjøgnum lívið hjá vanligum fólkum, í samrøðu við vísindaliga vitan, vísir filmurin, hvussu vit kunnu standa ímóti kreppum, tá vit velja at standa saman. Tað er ein vónrík frásøgn um, at gomul bond til náttúruna og til hvønn annan kunnu hjálpa okkum at finna nýggj felags svar í einum heimi í broyting.
Kostnaður 100 kr (+10 kr avgjald)
Byrjar:
28. apríl 2026
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
22:00
Prísur:
100 KR.
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@loksholl.fo