Filmur: Eg banni

​Eg banni (I Swear)

Filmurin 'Eg banni' (I Swear) tekur støði í sonnu søguni um John Davidson, sum veksur upp í áttatiárunum í Skotlandi. Sum tannáringur er hann vælumtóktur, hann er málverji á fótbóltsliðnum og fullur av sjálvsáliti, líka inntil hann fær staðfest Tourette syndrom. Nú skal hann finna sína egnu leið í einum gerandisdegi, har hansara tiks og harðligu útsagnir skapa bæði kaos og komiskar løtur. John finnur lukkutíð stuðul í nýggjum vinum, sum taka ímóti honum við opnum ørmum og virðismeta hansara mongu kreativu banniorð og illbønir. John gert varugur við, at fávitskan hjá fólki um Tourette syndromið er ein størri trupulleiki enn sjálv diagnosan, og hann setir sær tí fyri at breiða út vitanina og skapa betri fatan og góðtøku um Tourette syndromið. 

Filmurin er tveir tímar langur. 

Kostnaður kr 90 (+8 kr avgjald)


Byrjar:
5. mai 2026
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@loksholl.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík