Konsert við Randers Kammerorkester

Konsert við Randers Kammerorkester

Vælkomin á forkunnuga konsert við Randers Kammerorkester, sum vitjar í Føroyum og hendan hósdagin leggur leiðina framvið Løkshøll við einari seinnapartskonsert.

Konsertin, sum varir ein stuttan tíma, hevur nýskrivaðan føroyskan, og annars danskan og franskan tónleik á skránni. Norski saxofonleikarin Anja Nedremo er solistur í vøkru og poetisku saxofonkonsertini hjá franska tónaskaldinum Jacques Ibert, og harumframt er hon solistur í einum verki fyri solo saxofon og strúkikvartett eftir føroyska Teitur Lassen.

Á konsertini er eisini tónleikur eftir Carl Nielsen og Gustav Helsted, sum sameinir tónlistarligar løtumyndir úr donskum summari og romantisk rák úr Suðurevropa.

Randers Kammerorkestur er tað einasta fasta, yrkisliga kamarorkestrið í Danmark.

Orkestrið framførir 150-200 konsertir árliga, harímillum orkestur- og kamarkonsertir í Randers og restini av Danmark, skúlakonsertir, barnakonsertir, operaframførslur, samstarvskonsertir við onnur orkestur og tónlistabólkar.

Við tónleiki, bíleggingum, fløguútgávum og konsertferðum hevur Randers Kammerorkester útmerkað seg sum eitt týðandi orkestur í donskum tónleikalívi.

Tónleikarar:

Anja Nedremo, saxofon

Randers Kammerorkester

David Riddell, leiðari

Byrjar:
7. mai 2026
Frá kl.:
17:00
Til kl.:
18:00
Prísur:
50 - 100 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@loksholl.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík