Filmur: Vernd

Vernd

Vit eru í Suðursvøríki fyrst í sjeytiárunum. Kalda kríggið ger um seg alla staðnis. Ávirkaður av ørkymlandi myndunum í faldaranum ‘Um kríggj kemur’, byrjar húskallurin og einbúgvin Karl-Göran Persson at tryggja húsið hjá sær.

Við at brúka burturbeint tilfar, sum hann hevur savnað ígjøgnum fleiri ár, byggir og umskapar hann heimið hjá sær til eitt verndarhús, sum skal verja bæði hann og grannarnar, um fíggindin leypir á. Hansara maniska og umsorganarfulla lyndi verður lýst í samspæli við gerandisliga og kravlítla lívið á bygd, og frásøgnin verður varpað á løriftið í sera vøkrum svørtum og hvítum myndum.

'Vernd' er ein skaldslig, tó beinhørð lýsing av einum serskølti og harða lívinum á bygd í eini tíð, sum kann tykjast fjar frá okkum. Samstundis kann ein ikki lata vera við at verða raktur av, hvussu viðkomandi filmurin er í okkara tíð har prátið og tíðindi um kreppur, kríggj og vápnadubbing eru gerandiskostur.

Filmurin er 85 minuttir

Kostnaður kr. 90 (+8 kr avgjald)

Byrjar:
26. mai 2026
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
20:25
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@loksholl.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík