Filmur: Aphaca - brug for hinanden

​Aphaca - brug for hinanden

Heimildarfilmurin 'Aphaca - brug for hinanden' er um teir fýra vinirnir frá vælumtókta bólkinum Aphaca, sum hava bergtikið Danmark, síðani teir komu fram á tónleikapallinum og sum tann 27. juni standa á Voxbotn pallinum í Tórshavn.

Bertram, Bertil, Rumle og Noah hava spælt í bólki saman, síðani teir gingu í 8. flokki og hava nýliga fingið ein plátusáttmála.

Tað er ein stórur dreymur, sum nú verður veruleiki, og vinirnir skulu brádliga finna stevið í gerandisdegnum við skúla, vinum, damum og familju meðan venjingarhølið, upptøkuhølið og live konsertir fylla alsamt meira.

Og alt meðan eftirspurningurin økist og alt verður størri og villari royna vinirnir at finna ró til at vera til staðar í øllum og mennast bæði hvør sær, sum bólkur og sum vinir.

Hvørjir eru teir á pallinum og hvørjir eru teir, tá ið teir fara av pallinum aftur? Brádliga hava teir fýra vinirnir meira brúk fyri hvørjum øðrum enn nakrantíð áður.

Heimildarfilmurin hevur fingið sera góða móttøku í donskum biografum. 

Filmurin varir 114 min. 

Atgongumerkir á 90 kr (+ 8 kr avgjald) kunnu keypast á loksholl.fo og við dyrnar

Byrjar:
9. juni 2026
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
20:55
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@loksholl.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík