Kvøldseta á Eystanstevnu

Lagt verður upp til eitt rimmar kvøld, tá nakað av tí besta av tí lokala verður sett á skrá til kvøldsetuna í Løkshøll sunnukvøldið 14. juni kl. 20.00.
Sum partur av Eystanstevnuni verður skipað fyri góðum hugna við framførslum, undirhaldi og felagssangi. 
Á skránni eru Nes Sóknar Musikkfelag, Kór Glyvra Kirkju, Felagssangur við Lokalum kreftum og skemti við Bill og Tobba.
Orðstýrarin verður John Andersen.

Í steðginum er møguleiki at keypa sær kaffi og okkurt gott afturvið.


Byrjar:
14. juni 2026
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
22:00
Prísur:
100 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@loksholl.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík