Framførsla: Villa hjartað
Frásøguframførsla "Villa hjartað" (The Wild Heart)
Hvat merkir villa hjartað? Er tað teskan náttúrunnar? Upprunin til alt? Ella kanska enntá vekingin av sannleika í einum persóni?
Kom og lurta eftir viðurkendu frásøgukvinnuni Órlu Mc Govern, sum kemur úr søguríka Vesturírlandi við einum úrvali av søgum í ymiskum stílum.
Kom við á eina frásøguferð gjøgnum gleði & sorg, tár & látur, gjøgnum tað ótálmaða og gandakena, og hav eitt opið hjarta við!
Frásøgan er á enskum.
Kostnaður kr 150 (+10 kr avgjald)
Órla er virðislønt frásøgufólk, tónleikari, rithøvundur og vegleiðari við heimstaði í Galway í Írlandi. Hon framførir og undirvísir javnan á ymiskum pallum kring heimin bæði inni og úti; alt frá stórum høllum til smá bókasøvn, frá stórum írskum dalum til finskar skógir og hevur framført á fleiri stórum altjóða festivalum. Hennara frásøgn verður lýst sum "máttmikil og full av nærveru og hita". Órla er listarligur leiðari í 'Moth & Butterfly Storytelling' í Galway í Írlandi.
Sum frásøgufólk arbeiðir hon við siðbundnum og nútímans tilfari og vevur tað inn í upprunaverkini. Hon meistrar væl kynstrið at improvisera, og elskar at samantvinna hesar førleikar við sítt frásøguarbeiði. Órla arbeiðir eisini javnan innan sjónleik, film og sjónvarp sum sjónleikari og rithøvundur.
Hennara virðisløntu leikir og stuttfilmar hava verið framleiddir á altjóða pallum. Hon hevur eisini skrivað tvær søgubøkur; ‘Dublin Folk Tales For Children' & ‘Wild Waves & Wishing Wells’ (The History Press).
Til ber at lesa nærri um Órlu og hennara virksemi her: