Filmur: No Rest For The Wicked

No Rest For The Wicked

Romantiski ræðufilmurin 'No Rest For The Wicked' er ein djørv søga um djúpan men truplan kærleika, sum vinnur á øllum, sjálvt deyðanum. Filmurin byggir á týska søgu, sum fer fram í Føroyum í 1862.

Tá ið ein ókunnumaður bjargar fiskimanninum Balduri frá at drukna, verður hann heilsaður við takksemi, í byrjanini. Men tá ið hesin fremmandi hvalaveiðumaðurin, Helge, byrjar at venda øllum á høvdið í lítlu bygdini seta bygdafólkini sær fyri at fáa hann av vegnum.

Tað er danin Kasper Kalle, ið hevur leikstjørnað filmin.

Leikarar eru Egor Venned (Baldur), Pilou Asbæk (Helge), Sofia Nolsøe (Ásla), Kjartan Hansen (Súni), Jóhannes Haukur Jóhannesson (Jákup) og Brimheim (Beinta). Eisini eru fleiri aðrir føroyskir leikarar við á leikaralistanum.

Ein av framleiðarunum av filminum er Outlier Projects við Jón Hammer.

Filmurin er 103 min til longdar. 

Atgongumerki á 90 kr (+8 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar. 

Byrjar:
8. september 2026
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
20:35
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík