Heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri Í Løkshøll
Heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri Í Løkshøll
Til heystkonsertina fær Løkshøll vitjan av Føroya Symfoniorkestri og einum av teimum størstu violinleikarunum. Antje Weithaas fekk í 2025 heiðurin sum besti instrumentalistur í Týsklandi frá ”OPUS Klassik”.
Antje Weithass er av teimum størstu tónleikaligu persónligheitunum í okkara tíð.
Sum heilt ung vann hon stórar kappingar og varð kend sum ein framúr virtuosur. Skjótt spældi hon við orkestrum sum ”Los Angeles Philharmonic”, ”BBC Symphony Orchestra” og teimum stóru týsku radioorkestrinum.
Men tað, sum ger hana til ein av teimum størstu violinistunum í okkara tíð, er dýpdin og reinlyndi av einum listarligum búnaskapi og fullkominleika.
Við imponerandi nærveru á pallinum og hvøssum sansi fyri frábrigdum skapar hon meistarliga djúpt persónligar tulkingar av stóru meistaraverkunum.
Hon hevur givið 30 innspælingar út, sum fevna um tær mest týdningarmiklu violinkonsertirnar. Antje Weithaas er í dag ein av teimum fremstu violinleikarum Evropa hevur fostrað.
Violinkonsert – Ludvig van Beethoven
Víðagitna violinkonsertin, ið eisini er einasta violinkonsert Beethoven skrivaði lidna, var frumframførd í 1806 av violinleikaranum Franz Clement. Frumframførslan eydnaðist ikki væl, og verkið varð ikki spælt aftur fyrr enn í 1844, tá av bert 12 ára gamla talentinum Joseph Joachim, sum spældi verkið saman við ”London Philharmonic Society” undir leiðslu av Felix Mendelssohn.
Í dag er violinkonsertin víðagitin og verður spæld um allan heim.
Symfoni nr. 60 - Joseph Haydn
Tónleikurin var upprunaliga skrivaður í 1774 til komediuna Le Distrait (gloymski maðurin) eftir franska dramatikaran Jean-François Regnard.
Í 1775 umskrivaði Haydn tónleikin til sína symfoni nr. 60. Tað, ið millum annað er serstakt við verkinum, er, at tað er í seks satsum, har ein symfoni vanliga hevur fýra satsir.
Sound and Fury - Anna Clyne
Verkið “Sound and Fury” hevur íblástur úr tveimum stórum verkum, Haydn symfoni nr. 60 og Macbeth hjá Shakespeare. “Scottish Chamber Orchestra”, ”Auditorium-Orchestre national de Lyon” og ”Hong Kong Sinfonietta” bíløgdu verkið í felag, og Scottish Chamber Orchestra frumframførdi verkið í 2019 í Edinburgh.
Anna Clyne varð borin í heim í London í 1980. Hon skrivaði sítt fyrsta verk sum sjey ára gomul.
Hon hevur lisið tónleik á “University of Edinburgh” og á “Manhattan School of Music”.
Dirigentur: Catherine Larsen Maguire (UK)
Solistur: Antje Weithaas (DE)
Tíð: Sunnudagin, 27. september kl. 16.00
Stað: Løkshøll
Kostnaður: Vaksin 295 kr., ung undir 18 ár og lesandi 125 kr.