Marius Ziska v/bólki

Konsert við Marius Ziska v/bólki. Support: Lea Eyðbjørg

Marius Ziska hevur saman við bólki sínum verið eitt av Føroya fremstu tónleikanøvnum í mong ár. Kensluborni tónleikurin hevur veruliga fingið fastatøkur á áhoyrarunum, og við síni vøkru og vælklingandi rødd og framúr góðum sangum sum Nærveran, Villingarsjónin og Ongin er orsøk megnar Marius veruliga at røra og rúnarbinda fjøldina. Bólkurin hevur vunnið nakrar Faroese Music Awards virðislønir, m.a. fyri “Ársins lag 2022”.

Í 2023 varð RÚM givin út, sum gav tónleikinum ein meira elektroniskan dám og lat føroysku melankoliina í ein nýggjan og lættari búnað. Hóast nógvir sangir longu eru fólkaogn, og hetta varð verðuliga staðfest ísv útseldu konsertirnar saman við Føroya Symfoniorkestri, so heldur Marius á fram at royna nýggjar leiðir. Í løtuni arbeiðir hann við einari nýggjari útgávu, har hann fer at syngja á enskum, eins og hann partvís gjørdi á gjøgnumbrotsútgávuni HOME frá 2015.

Á konsertini sleppa vit at hoyra nakrar av nýggju sangunum frá útgávuni, sum er ávegis.

Føroysk-danska songkvinnan og sangskrivarin Lea Eyðbjørg fer at hita upp til Marius. Hon hevur staðfest seg sum eina av teim mest spennandi røddunum á norðurlendska tónleikapallinum. Við einari sjáldsamari samanrenning av sárbæri og styrki hevur hon skapað sítt egna ljóðunivers við sorgblíðum men fangandi poppløgum. Hon framførdi á Roskilde Festivalen í 2025 og í ár var long kø at sleppa inn at lurta eftir henni á Spot Festivalen. Enn hevur hon ikki framført í Føroyum og tí eru vit fegin at kunna bjóða henni pallin til hesa konsertina.

Atgongumerki á 295 kr (+10 kr avgjald) á loksholl.fo

Byrjar:
18. september 2026
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
22:00
Prísur:
295 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík