Dupultfeilur

DUPULTFEILUR

Í filmatiseringini av skaldsøguni 'Dupultfeilur' fáa vit høvi at síggja gávuríku donsku sjónleikarinnunar Sidse Babett Knudsen, Sofie Gråbøl og Asta Kammu August spæla høvuðsleiklutir í sama filmi.

Eitt lítið grannalag í útjaðaranum av býnum verður skelkað av ákæruni um eina seksuella valdsgerð mótvegis einum tannáringadreingi, sum tveir aðrir dreingir hava framt. Tá ið dugnaligi húsameklarin Anne Sofie uppdagar, at sonur hennara er partur av málinum, má hon verja hann og umdømið familjunnar uttan mun til avleiðingarnar. Hetta førir við sær tvídráttir við Sarah og Ulrikke, tí allar tríggjar kvinnurnar berjast fyri at bjarga sær sjálvari og synunum. Ákærurnar mótvegis soninum byrja at ganga sum slatur, og tá trýstið økist, velur Anne Sofie at gera hinar báðar dreingirnar til syndabukkar. Hennara moralska kumpass og vinaløg verða avbjóðað, og tær tríggjar kvinnurnar mugu hvør í sínum lagi taka avgerðir, sum kunnu fáa lívslangar fylgjur.

Filmurin setir spurningin, hvussu langt ein mamma fer fyri at verja síni børn. Leikstjóri er Amalie Næsby Fick.

Filmurin er valdur út og fær verðinspremieru á Toronto International Film Festival og hevur premieru í Danmark 24. september. Týskvøldið 29. september er høvi at síggja filmin í Løkshøll.

Longd 107 min.

Kostnaður 90 kr (+avgjald á 8 kr)

Byrjar:
29. september 2026
Frá kl.:
19:30
Til kl.:
21:20
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík