Jól við Løkin 2026

ÁRSINS JÓLAKONSERT Í LØKSHØLL

Eins og undanfarin ár borðreiða vit við einum dygdargóðum og fjølbroyttum tyssi av sangsolistum, sum hvør á sín hátt fara at leggja dám á konsertina og fáa okkum í rættan jólahýr.

Hans Poulsen er kappellmeistari og við sær á pallin hevur hann nakrar av landsins bestu tónleikarum, blásarum og kórsangarum. 

Í steðginum borðreiða vit við kaffi & rísalamang. 

Tað verða tríggjar Jól við Løkin konsertir; leygardagin 21. november kl. 20.00, og sunnudagin 22. november kl. 16.00 og 20.00.

Kostnaður kr 395 (+20 kr avgjald)

GG! Keyp atgongumerki í seinasta lagi sunnudagin 1. november og ver við í dráttinum um tvey atgongumerki til Sissels Jul við Tjarnir 18. desember, har Eivør er gestasangari.

Byrjar:
22. november 2026
Frá kl.:
16:00
Til kl.:
18:00
Prísur:
395 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík