Wild Horse Nine
Tá ið filmurin WILD HORSE NINE var frumsýndur á filmfestivalinum í Venedig fyrst í september, mundi fagnaðurin av leikstjóranum, Martin McDonagh og teimum báðum høvuðsleikarunum, John Malkovich og Sam Rockwell ongan enda fingið; publikum klappaði standandi í samfullar 13 minuttir, og filmurin verður eftirfylgjandi skýrdur sum eitt upplagt evnið til eina OSCAR tilnevning komandi ár.
WILD HORSE NINE verður lýstur sum ein komiskur og dramatiskur spenningsfilmur um teir báðar CIA agentarnar, Chris (John Malkovich) og Lee (Sam Rockwell), sum verða sendir á eina álitisroyndaruppgávu til Páskaoynna í 1973, beint áðrenn kvettið í Kili. Teir báðir lagsbrøðurnir navigera seg gjøgnum alskins vandar og samansvørjingar og fáa eitt tætt samband við tvey lesandi, sum føra teir á óvæntaða kós.
Filmurin er 1 t og 58 min.
Kostnaður kr 90 (+ 8 kr avgjald)