Bylgjan: konsert & prát

BYLGJAN: Konsert & Prát

Hin 29. desember 2025 var søguligur dagur í  Runavíkar kommunu, tá nýggja svimjihøllin, Bylgjan, sum hevði verið ávegis í seksti ár loksins stóð liðug og klár til almenna vígslu.

At hátíðarhalda hesa stóru løtu hevði kommunan bílagt eitt tónleikaverk frá sangskrivaranum og tónleikaranum Niclas Johannesen, sum byrjaði sína tónlistarligu leið á Glyvrum. Niclas hevur skrivað bæði orð og tónleik til verkið, sum er fyri kór, blásarar, orkestur, solistar og upprópara og hevur ymiskar persónligar hugleiðingar frá uppvøkstrinum í kommununi.

Verkið, sum eisini ber heitið Bylgjan, varð framført fyri fullsettari høll, og útvið seksti fólk stóðu á pallinum hendan seinnapartin í desember og sungu í felag “Hetta er okkara bygningsverk”. Fagnaðurin var stórur og eftirspurningur hevur síðani verið um at fáa tað framført aftur.

Leygarkvøldið 7. november kl. 20.00, tá árligi Býarskáin er í økinum, verður høvi at hoyra verkið, tí tá trína øll hesi somu seksti fólkini á pallin í Løkshøll.

Eftir framførsluna verður ein kaffisteðgur, og síðani verður skipað fyri forkunnugum práti við fleiri luttakarar, hvørs tónlistaleið onkursvegna er sprottin úr eystara armi á Skálafjørðinum. Tað verður Hilmar Jan Hansen, sum kemur at stjórna prátinum og lagt verður upp til eina óformella og hugnaliga løtu, har vit andøva við nakrar av tónlistarligu bylgjunum á fjørðinum seinastu áratíggjuni.

Kostnaður 225 kr (+ 10 kr avgjald)

Byrjar:
7. november 2026
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
22:00
Prísur:
225 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík