Filmur: Fólk og dólgar í Kardamummubýnum

Fólk og dólgar í Kardamummubýnum​
Teknifilmur á føroyskum
Einki aldursmark

Væl kenda søgan hjá Thorbjørni Egner verður víst og lýst á ein familljuvinarligan, stuttligan, eitt sindur spennandi hátt og við góðum sangum. Filmurin fyri øll ættarlið – ungum sum gomlum.

Søgan um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum er nú vorðin til ein væl gjørdan teknifilm, sum børn og vaksin kunnu hyggja at saman.

Søgugongd
Í Kardammubýnum er sera friðarligt og hugnaligt, og er bara ein lóg, og hana hevur politimeistarin sjálvur gjørt. Men dólgarnir akta ikki lógina. Teir tríggir dólgarnir búgva uttan fyri býin, og tá teir mangla okkurt, so sníkja teir seg inn í býin at stjala tað, teir hava brúk fyri, enntá Suffíu-mostur.

Men so verða dólgarnir fangaðir og settir í varðhaldið.
Tá so eldur kemur í tornið hjá Tobiasi, tá verður brúk fyri dólgunum, og teir klára at sløkkja eldin. Afturfyri so verða teir fríir og frælsir.
Men so verða dólgarnir fangaðir og settir í varðhaldið.
Tá so eldur kemur í tornið hjá Tobiasi, tá verður brúk fyri dólgunum, og teir klára at sløkkja eldin. Afturfyri so verða teir fríir og frælsir.
Tí lógin sigur jú: ”Tú skalt ikki plága onnur ella gera nakað ilt, annars kanst tú gera akkurát, sum tú vilt.”

Einki aldursmark er sett á Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, og filmurin egnar seg væl til øll børn og barnsligar sálir. Onkuntíð er tað eitt sindur spennandi, eitt nú tá dólgarnir sníkja seg út at stjala og verða fangaðir. Tá hevði verið best, um tey minstu høvdu ein vaksnan við, tí dólgarnir eru nú einaferð dólgar. Filmurin er eisini frálíkur at síggja hjá vaksnum, sum minnast søguna frá barnaárunum. Hetta er frálíkt høvi hjá fleiri ættarliðum at hyggja og hugna sær saman.

Leikstjórn: Páll Danielsen
Upptøkur: Høgni Fagraberg
Røddir: Hjálmar Dam, Kjartan Hansen, Rói Einarsson, Sofía Nolsøe Mikkelsen, Annfinnur Heinesen, Hans Tórgarð, Bárður Persson, Barbara K. Andreasen, Arnfinnur Nesá, Ári Berghamar Danielsen, Jákup Dahl Wardum, Guðrun Sólja Jacobsen, Hanus Johannessen, Helena Sundsskarð, Heini Bech Christiansen, Óli Frederiksen, Tórfríð Tavsen, Bergur Fonsdal Johannesen

Mál: Føroyskt
Longd: 1 tíma og 18 minuttir
Á føroyskum: 2026

Byrjar:
16. oktober 2026
Frá kl.:
15:00
Til kl.:
16:20
Prísur:
75 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík