Filmur: EVERYBODY DIGS BILL EVANS

EVERYBODY DIGS BILL EVANS er søgan um ein av mest gávaðu og týðandi tónleikarunum í 20. øld.

Vit eru í New York í juni 1961. Legendariski jazzpianisturin Bill Evans hevur funnið sína tónlistarligu rødd og hevur stovna ta fullkomnu trio’na saman við sínum tónlistarliga vini bassistinum Scott LaFaro. Ein konsert í jazzklubbanum Village Vanguard kulminerar við live-upptøkum av tveimum av teim størstu jazz plátunum nakrantíð – tiknar upp ein og sama dag. Fáar dagar seinni doyr LaFaro í einari syrgiligari bilvanlukku. Niðurboygdur av sorg steðgar Evans við at spæla fyri fyrstu ferð síðani hann var smádrongur.

Filmurin flytir seg hegnisliga millum nútíð og framtíð, millum ein rúsaðan og edrúan Evans, millum hansara samband við familjuna og tær ymisku kvinnurnar, sum bæði dáma tónleikin og hørðu rúsevnini, millum innara kenslulívið og persónligu avleiðingarnar hjá hesum tónlistarliga flogvitinum, sum áhaldandi stríðist við at ásanna, at stundum er ein steðgur neyðugur partur av tónleikinum.

Tað er norska leiklista-stjørnuskotið Anders Danielsen Lie, sum hevur leiklutinum sum tann plágaði og gávaði tónleikarin.

Byrjar:
29. oktober 2026
Frá kl.:
20:00
Til kl.:
21:00
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík