Filmur: ROSE

​Filmurin ROSE

Søgan um Rose fer fram í byrjanini av 1700 talinum. Í kjalarvørrinum av tríati ára krígnum kemur hernaðarkvinnan Rose til eina fjarskotna týska bygd. Hon letur sum um hon er maður og við falsaðum skjølum sigur hon seg vera rætta arving til ein bústað, ið hevur staðið tómur í hesi protestantisku bygdini leingi. Hon ger sostatt krav uppá eitt frælsi og eina tilveru, sum ikki stóð kvinnum í boðið í 1700 talinum. Nú bygdin stríðist við at koma fyri seg aftur aftaná fleiri ár við kríggi og fátækradømi, fær fremmanda Rose so við og við størri álit millum bygdafólki, og við dugnasemi og hørðum arbeiði byrjar hon at fóta sær og forsyrgja sær sjálvari. Hon fær eitt tætt og gott vinalag við Suzannu, dóttrini hjá einum ríkum bónda, og sambandið teirra millum mennist skjótt til nakað djýpri og Rose kennir seg trýsta at giftast Suzanne. Men øll tilveran hjá Rose hvílir á eini lygn: Hon hevur tikið samleikan hjá einum deyðum manni, og um nakar uppdagar hesi lygn, hóttir tað ikki einans hennara sjálvkravda arv, men eisini álitið og plássið, hon hevur fingið í bygdini og mest av øllum hóttir ein avdúking tilveruna og framtíðina saman við Suzannu.

Filmurin er ein sera fagurfrøðiliga vakur svart-hvítur filmur, sum bæði er dapur og ljósur, og søgan er serstakliga hugtakandi og lýsir kynsmynstur, dirvi og tilveru undir kørgum umstøðum. Sandra Hüller, sum spælir høvuðsleiklutin sum Rose vann virðislønina sum besti leikari á altjóða filmfestivalinum í Berlin. Sandra Hüller sigst eisini verða ein sterkur kandidatur til eina Oscar virðisløn komandi ár og filmurin er innstillaður av Eysturríki til eina Oscarvirðisløn. Filmurin hevur harumframt fingið fleiri virðislønir; m.a. besti filmur, besta leikrit, besti tónleikur, jury og publikum virðislønir á øðrum altjóða filmfestivalum.

Filmurin hevur 15 ára aldursmark

Atgongumerki á 90 kr (+ 8 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar. 

Byrjar:
24. november 2026
Frá kl.:
19:00
Til kl.:
20:35
Prísur:
90 KR.
KEYP
Bústaður:
Rókarvegur 1, 620 Runavík
Telefon:
41 70 00
Teldupostur:
loksholl@runavik.fo
Løksvegur 1, 620 Runavík