Løkshøll
Um Løkshøll
Løkshøll er partur av skúlanum við Løkin og er 400 fermetrar til støddar.
Tað ber til at hava slætt gólv ella teleskoptribunu. Tá tribunan er frammi, eru 300 sitipláss. Tá gólvið er slætt, er pláss fyri 450 standiplássum.
Pallurin er 15,80 m breiður, 6,86 m djúpur og 6 m høgur.
Klaverið er eitt Steinway B - 211.
Løkshøll hevur tvey lørift; á bakvegginum 6 x 4 m, frammi á pallinum 9 x 6 m.
Vanliga sleppa fyriskiparar inn tveir tímar áðrenn tiltakið byrjar at gera klárt og fyrireika. Er talan um størri og meira umfatandi tiltøk ber til at gera eina avtalu um at sleppa inn at fyrireika áðrenn, treytað av, at hølini eru tøk.
Atgongumerkjasøla
Løkshøll hevur ein brúkara til atgongumerki.fo. Ynskir fyriskipari / leigari at brúka hesa tænastu, má Løkshøll fáa mynd (landslag og góða góðsku) og ein lýsingartekst. Harumframt kunning um dagfesting, tíðspunkt og prís.
Privatkundin, ið keypir atgongumerki, rindar eitt avgjald til skipanina og hesa upphædd hevur Løkshøll plikt at upplýsa í lýsingartekstinum.
Avgjøldini, ið kundin rindar, eru hesi:
- >100 kr = 8 kr
- >300 kr = 10 kr
- <300 kr = 20 kr
Aftaná tiltakið verður ein avrokning gjørd umvegis atgongumerki.fo. Kostnaðurin fyri skipanina er 10 kr pr. seld atgongumerki, umframt ein kommunuskatt á 6%. Tað vil siga, at nettoinntøkan til fyriskipara av atgongumerkjaprísi á 200 kr er 178,60 kr.
- Ljóðannlegg
- Tráðleysar mikrofonir
- Ljósútgerð
- Konsertir
- Ráðstevnur
- Fyrilestrar
- Sjónleik
- Filmskvøld
- Annað