Kantinan
Kantinan er 170 fermetrar og hevur pláss til 150 persónar at sita við borð.
Har eru góðir møguleikar at gera kaffi og brúka hølið til ein kaffi- ella matarsteðg í tiltakinum.
Har er ikki industrikøkur og tí kann matur ikki gerast á staðnum.
Vanliga sleppa fyriskiparar inn tveir tímar áðrenn tiltakið byrjar at gera klárt og fyrireika. Er talan um størri og meira umfatandi tiltøk ber til at gera eina avtalu um at sleppa inn at fyrireika áðrenn, treytað av, at hølini eru tøk.
Í kantinuni er lørift og ljóðanlegg til talu.
Útgerð
- Ljóðannlegg
- Videokanón
- Lørift
VÆLEYGNAÐ TIL
- Fundir
- Fyrilestrar
- Kaffisteðg
- Matstað áðrenn ella eftir tiltøk
- Annað